- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heita á May um at útseta brexit
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/may_1.jpg?itok=wUtgFXij)
Tað skrivar bretska blaðið, The Times, sum endurgevur felags áheitan frá fyrrverandi sendiharrunum.
Tey heita á May um at longja limaskapin hjá Bretlandi í uniónini fyri at fáa meiri tíð at samráðast um treytirnar fyri framtíðar viðurskifti millum ES og Bretland.
>> SÍ EISINI Theresa May roynir nú við "plan B"
Far May ikki góðkent eina skilnaðaravtalu í bretska parlamentinum innan 29. mars, noyðist hon at taka støðu til, um brexit skal útsetast ella um Bretland skal fara úr ES við ongari avtalu.
Sambært fyrrvernadi sendiharrunum er fyrri valmøguleikin betri.
Kann elva til áralangar samráðingar
Sendiharrarnir ávara um, at verandi politikkur hjá forsætisráðharranum fer ikki at geva Bretlandi eitt gott exit úr Evropisku Uniónini, men fer heldur at føra við sær áralangar samráðingar.
Tað hevði verið best fyri bretsk áhugamál at útsett brexit og møguliga skipað nýggja fólkaatkvøðu, er ein av grundgevingunum.
Sendiharrarnir eru millum annað fyrrverandi bretski sendiharrin í USA, Fraklandi og Russlandi, skrivar The Times.
>> SÍ EISINI Fleiri brexit-broytingar
Í dag hittast bretsku parlamentslimirnir aftur í Undirhúsinum fyri at kjakast um, hvussu Bretland skal fara úr ES. Her fer stjórnin at mæla til, at halda fram á somu kós, sum meiriluti í Undirhúsinum atkvøddi fyri 29. januar.
Tá varð avgjørt, at stjórnin skal royna at samráðast av nýggjum við ES um partin av avtaluni, sum snýr seg um Norðurírland, skrivar Ritzau.