Siglir tómur annan hvønn túr um Hestfjørð

Siglir tómur annan hvønn túr um Hestfjørð
Í 53 førum hava eingi ferðafólk verið við Jósupi, sum siglir millum Gomlurætt og Hest
Jósup í Hesti
 
12.02.2019 - 11:31

Siglingin byrjaði 14. januar eftir boðum frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni.

Í innliti, sum Útvarpið fekk í gjár, sæst, at Jósup hevur flutt 144 ferðafólk um Hestfjørð frá 14. januar til sunnudagin.

Miðalferðafólkatalið er knappliga 1,3 ferðafólk fyri ferðina, ella 1,263158 sum hagtølini hjá Strandafaraskipum landsins siga.

Jósup sigldi 114 ferðir hesa tíðina, 53 ferðir vóru eingi ferðafólk við. Tá flestu ferðafólkini vóru við, vóru tey 15 í tali. Tað var úr Hesti.

Í januar flutti Teistin 271 ferðafólk og 13 akfør um Hestfjørð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151