Nærkast eini semju

Nærkast eini semju
Demokratarnir og Republikanarnir í USA eru samdir um høvuðsmálini í avtaluni um marknatrygdina í USA
 
12.02.2019 - 11:01

Tað upplýsir republikanski senatorurin Richard Shelby, sum hevur tikið lut í samráðingunum, í nátt okkara tíð, sambært Reuters. Senatorurin kemur ikki við fleiri smálutum um avtaluna.

Tíðindastovan AP skrivar eisini, at samráðingarfólk úr báðum flokkum eru samd um eina avtalu, sum tryggjar fíggjarætlanina fyri 2019.

Nita Lowey, sum umboðar Demokratarnar í samráðingunum, sigur, at smálutirnir í avtaluni kunnu vera komnir uppá pláss áðrenn mikudagin amerikanska tíð. Eftir tað er bara undirskriftin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, eftir.

Samráðst síðani januar

Richard Shelby, sum hevur tikið lut í samráðingunum, sigur, at hann bæði "trýr" og "vónar", at Hvíta húsið tekur undir við avtaluni.

Partarnir hava samráðst síðani seint í januar, tá ein fyribils avtala varð gjørd um lata partar av ríkisfyrisitingini uppaftur, sum varð stongd stutt fyri jól, tá flokkarnir ikki kundu semjast um fíggjarætlanina fyri 2019.

Tann avtalan skuldi tryggja, at umleið 800.000 alment sett starvsfólk kundu fara aftur til arbeiðis meðan Demokratarnir og Republikanarnir samráddust um eina varandi marknaavtalu.

Fyribils avtalan gongur út

Fyribils avtalan um fíggingina hjá ríkisfyrisitingini gongur út fríggjadagin í hesari vikuni. Boðini frá samráðandi pørtunum koma sama dag, sum forsetin, Donald Trump, er farin til marknabýin El Paso í Texas til ein veljarafund.

Trump fer væntandi at endurtaka kravið um at fáa fíggingina uppá pláss, so ein múrur kann gerast fram við sunnara markinum í USA móti Meksiko.

Tað var júst kravið um 5,7 milliardir dollarar til múrin, sum gjørdi, at ríkisfyrisitingin í USA varð stongd áðrenn jól, og var afturlatin í umleið ein mánað.

Vil ikki undirskriva fíggjarlógina

Meðan Donald Trump ikki vil undirskriva fíggjarlógina fyri 2019 uttan pening til múrin, hava Demokratarnir sýtt fyri at brúka ein einasta dollara til ætlanina, sum hevur fingið nógva umrøðu.

Avtalan millum Demokratarnar og Republikanarnar umrøður eftir øllum at døma ikki pening til múrin. Tað upplýsir ein talsmaður hjá Kongressini sambært Reuters.

Hinvegin eru 1,4 milliardir dollarar longu oyramerktir til eitt marknahegn, sum verður 88 kilometrar til longdar, upplýsir talsmaðurin, sambært tíðindastovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342