Endalig avgerð í dag um almennar varskógvarar

Endalig avgerð í dag um almennar varskógvarar
Í dag verður avgjørt í løgtinginum, um vit fáa eina varskógvaraskipan fyri alment lønt í Føroyum tann 1. mars í ár
Tríggir mánaðir at bíða eftir svari um byrgingina um Haraldssund.
 
12.02.2019 - 07:05

Í dag verður avgjørt, um vit fáa eina varskógvaraskipan í Føroyum tann 1. mars í ár.

Løgtingið hevur í dag triðju viðgerð um lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um varskógvaraskipan hjá alment settum fólkum.

Uppskotið varð samtykt eftir aðru viðgerð í síðstu viku. 

Tað fekk 14 atkvøður frá samgonguni og Magna Laksáfoss, sum er utttanflokka. 

11 atkvøddu ímóti, teirra millum var Kristin Michelsen, sum var í samgonguni. 

Tingið fer í dag eisini at viðgera uppskotið til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.

Fólkaflokkurin eigur hetta uppskotið.

Fyri trimum mánaðum síðani spurdi Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, um byrgingina um Haraldssund.

Í dag fær hon svar frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151