- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj útbúgving byrjar í summar

Aksel V. Johannesen, sum er virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Glasir loyvi til at fara undir hesa útbúgvingina, og sambært skrivi úr Mentamálaráðnum er endamálið at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívi og at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum.
Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, sum frammanundan kunnu takast á Glasi, og útbúgvingin er skipað í samstarvi við Copenhagen Business Academy.
Útbúgvingin tekur hálvvtannað ár, og tá er starvsvenjing íroknað. Fyrsti flokkur byrjar í summar, og umsóknarfreistin er 1. juni. Ætlanin er at taka næmingar inn á útbúgvingina í innovatión og íverksetan annaðhvørt ár, sigur Mentamálaráðið.