Fólk óttast mest klimabroytingar

Fólk óttast mest klimabroytingar
Fólk í mongum londum ræðast illa veðurlagsbroytingarnar. Tað eru serliga grikkar, ið siga seg óttast broytingarnar
 
11.02.2019 - 10:44

NRK vísir á eina stóra kanning, sum amerikanska tankasmiðjan, Pew Research Center hevur gjørt í 26 londum. Tilsamans 27.612 fólk eru spurd í tíðarskeiðinum frá mai til august í fjør.

Í 13 av teimum 26 londunum óttast fólk meira veðurlagsbroytingar enn aðrar hóttanir móti trygdini. Stúranin um dátu-álop er eisini stór, vísir kanningin.

Grikkar mest óttafullir

90 prosent av teimum spurdu í Grikkalandi siga, at veðurlagsbroytingarnar eru stór trygdarhóttanin. Grikkum á baki koma fólk í Suðurkorea, Fraklandi og Spania. 

Minst bangin fyri veðurlagsbroytingunum eru tey í Ísrael, har 38 prosent av teimum spurdu flokka tær sum fremsta hóttan. Í Nigeria er talið 41 prosent, og í Russlandi 43 prosent.

Kanningin, sum Pew Research Center hevur gjørt, hevur eisini hugt eftir, hvat fólk velja, sum spurd eru um veðurlagsbroytingar. 

Stórur munur í USA

Tølini vísa, at óttin fyri broytingunum í veðurlagnum sum heild er minni millum tey, sum stuðla flokkum ytst á høgravonginum, so sum Alternatife fur Deutschland, Sverigedemokraterna, Frælsisflokkinum í Niðurlondum, UKIP í Bretlandi og National Samling í Fraklandi, sum fyrr æt Front National.

Í USA er eisini stórur munur millum tey, sum stuðla ávikavist Republikanarunum og Demokratunum, tá tað kemur til ótta fyri veðurlagsbroytingum. 27 prosent móti 83 prosentum.

Í átta av londunum, har ímillum Fraklandi, Russlandi og Nigeria, verður hóttanin frá yvirgangsfelagsskapinum IS sett fremst, meðan amerikanarar, suðurafrikanarar, japanarar og niðurlendingar óttast dátuálop mest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342