- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thailendski kongurin firtin inn á systrina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/princess_ubolratana.jpeg?itok=C8kIY4v9)
67 ára gamla Ubolratana boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at stilla upp fyri andstøðuflokkin, Thai Raksa Chart, og ætlar sær at gerast forsætisráðharri. Hon bjóðar valevninum hjá herinum, tí sitandi forsætisráðharranum, Prayuth Chan-ocha, av, og tað hóvar ikki 66-ára gamla konginum.
Prinsessan er fyrsti limurin í kongshúsinum, sum fer uppí partapolitikk, og tað er brot á vanligu mannagongdirnar hjá teimum kongligu og í stríð við mentanina í landinum, sigur kongurin í eini fráboðan.
Ubolratana, prinsessa takkar fólkinum fyri stuðulin, og sigur, at hon hevur sagt prinsessuheitið frá sær, og er nú at rokna sum eitt vanligt fólk í Thailandi.
Herurin í Thailandi verður vanliga mettur sum størsti stuðulin hjá kongshúsinum.