- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thailendska prinsessan stillar kortini ikki upp
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ubolratana.jpg?itok=luNBYQui)
Fyrr í dag hoyrdu vit, at Thailendski kongurin fanst at systrini, sum hevði gjørt av at stilla upp á valinum, við tí endamáli at gerast forsætisráðharri í Thailandi.
67 ára gamla Ubolratana boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at stilla upp fyri andstøðuflokkin, Thai Raksa Chart, og ætlar sær at gerast forsætisráðharri.
Men nú boðar flokkurin frá, at Ubolratana kortini ikki stillar upp. Leiðslan í flokkinum sigur, at tey hava fingið harraboð frá konginum um, at Ubolratana ikki skal stilla upp fyri flokkin, og flokksleiðslan hevur váttað, at tey akta ordrarnar frá kongi. Flokkurin, Thai Raksa Chart, hevur tætt tilknýtið til sterku politisku familjuna Shinawatra og flokksleiðslan hevur altíð stuðla fyrrverandi forsætisráðharran Thaksin Shinawatra.