- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mike Pompeo á vitjan í Íslandi
Mike Pompeo á vitjan í Íslandi
Í Íslandi skal amerikanski uttanríkisráðharrin hitta Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharra og Guðlaugur Tórðarson, uttanríkisráðharra
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mike_pompeo.jpg?itok=tNgzlBAk)
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, verður á rundferð í Europa í næstu viku
Mynd: savn
09.02.2019 - 11:01
Á fundarskránni eru búskaparligu sambondini millum Ísland og USA, umframt trygdarpolitisk mál, sum fevna um Arktis. Ísland er áhugavert fyri USA nú, tí landið skjótt yvirtekur formansskapin í Arktiska Ráðnum.
Morgunblaðið skrivar, at Pompeo kemur til Íslands fríggjadagin komandi.
Amerikanski uttanríkisráðharrin verður annars á rundferð í Europa í næstu viku. Mánadagin verður hann í Ungarn, har hann m.a. skal hitta Viktor Orban, forsætisráðharra, týsdagin í Slovakia, har hann skal tingast við Kiska forseta, síðani fer Pompeo til Póllands, og so fer hann til Brússel, har hann m.a. fer at tosa við ES um støðuna í Venesuela.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV