- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi
Hetta merkir, at Føroyar sleppa at luttaka undir Føroyskum flaggi í teimum kappingum, sum EOC skipar fyri og har sum Føroyar hava altjóða limaskap. Talan er um European Games og European Youth Olympic Festival. Harafturat er ÍSF bjóðað við, sum eygleiðarar til Games of Small States of Europe í ár.
European Games er fjórða hvørt ár, við umleið 6.000 íðkarum. Í ár verður kappingin 21. til 30. juni í Minsk í Hvítaruslandi. Føroysku ítróttagreinirnar, sum kunnu luttaka hesuferð eru bogaskjóting, badminton, judo og borðtennis.
European Youth Olympic Festival er annað hvørt ár, og er fyri ungar íðkarar 14-18 ár. Talið av íðkarum er umleið 3.600. Í ár verður kappingin í Baku í Aserbadjan 21. til 27. juli. Føroysku ítróttagreinarnar, sum kunnu luttaka hesuferð eru hondbóltur, judo, svimjing og flogbóltur.
Vóna at kunna luttaka í 2021
Games of Small States of Europe er annað hvørt ár, og er fyri lond við færri enn einari mllión fólkum. Umleið 1.000 íðkarar eru partur av hesari kapping. ÍSF er bjóðað við sum eygleiðari til leikirnar í 2019, sum verða í Montenego 27. mai til 1. juni.
Tað er okkara vón, at Føroyar sleppa at luttaka í leikunum í 2021. Limalondini í Games of Small States of Europe eru Monaco, Cyprus, Andorra, Malta, Luxemburg, Ísland, Liechtenstein, San Marino og Montenegro.
- Hetta er eitt risa frambrot í strembanini, at vinna okkum altjóða viðurkenning innan ítrótt, herundir limaskap í IOC, Altjóða Olympisku Nevndini, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.
- Avgerðin gevur okkum mót uppá at halda áfram við arbeiðinum, at tryggja øllum okkara ítróttagreinum altjóða viðurkenning og harvið møguleikan, at kappast støðugt í altjóða kappingum, leggur Elin Heðinsdóttir Joensen afturat.