- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólki í Venezuela mangla mat og heilivág
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/venezuela_og_neydhjalp.jpg?itok=uPVJlQnf)
Nógvir íbúgvar í Venezuela mangla mat og lívsneyðugan heilivág og tí roynir andstøðan í landinum at fáa neyðhjálp til Venezuela. Men hetta hevur fingið Nicolás Maduro, við hjálp frá herinum, at steingja Tienditas-brúnna, sum er á markinum millum Kolumbia og Venezuela, fyri at steðga neyðhjálpini.
- Vit eru ikki eitt land við biddarum, sum hava tørv á neyðhjálp, sigur forsetin Nicolás Maduro við tíðindastovuna AP.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo skrivar á twitter, at stjórnin hjá Maduro verður noydd at sleppa neyðhjálpini inn í landið, tí borgararnir i landinum hava harðliga brúk fyri neyðhjálpini, men hetta letur seg ikki gera so leingi herurin hjá Maduro steðgar bilum og skipum, sum eru á veg við hjálpini.