- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirsleip fyri 375 mió. kr.
Eftirsleip fyri 375 mió. kr.
Eftirsleipið á undirstøðukervinum er níggju ferðir so stórt sum árliga rakstrar- og viðlíkahaldsjáttin er, sum Landsverk fær um árið

Landsverk skal brúka 150 milliónir krónur til viðlíkahald í tunlum
08.02.2019 - 12:53
Eftirsleipið á undirstøðukervinum, tað eru vegir, tunlar og brýr, er níggju ferðir so stórt sum árliga rakstrar- og viðlíkahaldsjáttin er, sum Landsverk fær.
Hetta er nógv størri enn eftirsleipið í hinum Norðurlondunum. Tað er millum eina og seks ferðir árligu rakstrarjáttanina. Í Føroyum er eftirsleipið 375 milliónir krónur.
Eftirsleip kemst av vantandi viðlikahaldi. Samferðsluætlanin 2018-2030 sigur, at undirstøðukervið gerst í alsamt verri standi ár undan ári, tí neyðugu inntrivini ikki verða gjørd.
Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara. Tey hava tí fingið eitt serligt pláss í nýggju samferðsluætlanini 2018-2030.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV