Vil hoyra bisp og Amnesty um kynsskifti

Vil hoyra bisp og Amnesty um kynsskifti
Rættarnevndin fer nú at viðgera lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur um at broyta lógina um fólkayvirlit, so fólk kunnu skifta kyn løgfrøðiliga
LGBT skal eisini í Rættarnevndina næsta mikudag.
 
07.02.2019 - 12:25


Rættarnevndin hjá løgtinginum er nú av álvara farin undir at viðgera lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur um at broyta lógina um fólkayvirlit, so fólk kunnu skifta kyn løgfrøðiliga.

Nevndin hevur fund mikudagin í næstu viku, og tá er málið um løgfrøðiligt kynsskifti á skránni. 

Nevndin hevur sent boð eftir felagsskapinum LGBT, eftir einum privati persóni, sum tað stendur á heimasíðuni hjá Rættarnevndin, eftir Amnesty, Tórmóði Stórá, sálarlækna, Suna Poulsen, sálarfrøðingi, og Jógvani Fríðriksson, bispi, fyri at hoyra, hvat tey halda um løgfrøðiligt kynsskifti.

Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur er gamalt. Hon legði tað fram 21.august í fjør. Fyrsta viðgerð var í tinginum 6.november.

Í viðmerkingunum til uppskotið vísir Sonja Jógvansdóttir á, at uppskotið heimilar, at fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, við einari umsókn kunnu skifta kyn løgfrøðiliga. 

At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at søkt verður um P-tal, sum samsvarar við kynsliga samleikan.

Hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151