- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlaferðslan á Glyvrum ein hurlivasi

Ferðslan við Glyvra skúla skal nú gerast tryggari.
Hon er komin í býráðíð í Runavík, sum í ár hevur sett av 250.000 kr. til ferðsluna við skúlan.
Á býráðsfundinum herfyri samtykti býráðið einmælt, at tekniska deild hjá kommununi ger uppskot um eina loysn á ferðsluviðurskiftunum við Glyvra skúla.
Tá tað arbeiðið er liðugt, verður málið tikið upp til nýggja politiska viðgerð í býráðnum.
Eftir tað ber til at fara undir arbeiðið, í fyrstu atløgu fyri játtanina, 250.000 kr., sum longu er sett av til endamálið í hesum árinum.
Um átta-tíðina á morgni er støðan við Glyvra skúla tíðum ørkymlandi.
Har eru bussar, bilar, og skúlabørn til gongu ella á súkklu hvørt um annað við ein høvuðsveg, har sum nógv ferðsla er.