Nógv meira í skatti

Nógv meira í skatti
Gongdin í búskapinum í Føroyum sæst aftur eisini í Suðuroynni, har allar sjey kommunurnar fingu meira í skatti í januar í ár enn í januar í fjør
Sumba fekk 43,85 prosent meira í skatti í januar í ár enn í januar í fjør
 
07.02.2019 - 12:01

Tvøroyrar kommuna hevur brúkt tølini hjá Taks og samanborið skattin hjá øllum sjey kommunum í januar í ár og í januar í fjør. Og úrslitið vísir eina hækking í øllum kommunum.

Sumbiar kommuna fekk næstan 44 prosent meira í januar í ár enn í fjør, Hovs kommuna fekk stív 40 prosent, Porkeris fekk yvir 19 prosent meira, Vágs kommuna fekk sløk 19 prosent meira, Tvøroyrar kommuna fekk góð 15 prosent meira, Hvalbiar kommina fekk sløk sjey prosent meira og Fámjins fekk sløk fýra prosent meira í skatti í januar í ár enn í januar í fjør. 

Samanumtikið fingu kommunurnar í Suðuroynni meira enn hálvaaðru millión krónur meira í skatti í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947