Einki yvirlit um útlendskar húsaeigarar í Føroyum

Einki yvirlit um útlendskar húsaeigarar í Føroyum
Einki yvirlit finst, sum sigur, hvussu nógvir útlendingar keypa hús í Føroyum
Millum annað í Fugloynni hava útlendingar hug á húsum.
 
07.02.2019 - 12:09

Einki yvirlit finst, sum sigur, hvussu nógvir útlendingar keypa hús í Føroyum.

Tinglýsingin, sum skrásetur øll fastognakeyp í Føroyum, hevur einki yvirlit um hetta. 

Og hon hevur ikki eina talgilda leitingarskipan, sum kann finna útlendskar eigarar í einari handavending.

Sambært Sosialinum mánadagin hava tey, sum selja hús í Føroyum, ongantíð fingið so nógvar fyrispurningar sum nú frá útlendingum, sum vilja keypa hús í Føroyum. Hús eru eisini seld utlendingum.

Hagstovan hevur heldur ikki tøl, sum siga, hvussu nógvir útlendingar eiga hús í Føroyum.

Vit hava onga býlisskrá í Føroyum. Men sambært bústaðarpakkanum hjá samgonguni er hann á veg, frættir Útvarpið.

Í øðrum londum sigur býlisskráin millum annað, hvør eigur fastognirnar í landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151