Avgjørdi at skriva fýra álit, tvey um berghol

Avgjørdi at skriva fýra álit, tvey um berghol
Fíggjarnevndin avgjørdi í gjár at skriva álit um uppskotini um berghol til Fámjins og til Dals
Tvey álit um berghol eru á veg í tingið.
 
06.02.2019 - 07:14

Fíggjarnevndin hjá løgtingnum avgjørdi í gjár at skriva álit um uppskotini um berghol til Fámjins og til Dals.

Avgjørt varð eisini at skriva álit um uppskotið hjá Fólkaflokkinum til samtyktar um at javnseta almenna og privata bústaðarbygging og um uppskot Fólkafloksins um skattalætta fyri heimavirki. Flokkurin skjýtur eisini upp, at heimavirki sleppur undan meirvirðisgjaldinum.

Fólkaflokkurin legði hesi bæði uppskotini fram í september.

Fíggjarnevndin bíðar enn eftir tilfari úr landsstýrinum um uppskotið at byggja barnaheim í Havn.

Tingfundur er í dag kl.11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151