Realurin skal dagførast

Realurin skal dagførast
Lógin um Realin skal dagførast. Uppskot um tað er sent úr Fíggjarmálaráðnum til hoyringar
Føroya Realkreditstovnur í Havn.
 
05.02.2019 - 12:00

Lógin um Realin skal dagførast.

Uppskot um tað er sent úr Fíggjarmálaráðnum til hoyringar.

Føroya Realkreditstovnur, ella Realurin, sum stovnurin vanliga verður róptur, varð stovnaður í 1955.

Fólkatingið stovnaði hann.

Í 1998 samtykti løgtingið at yvirtaka Realin.

Tá vórðu onkrar broytingar og tillagingar gjørdar í lógini. Men framvegis eru ásetingar og viðurskifti í lógini, sum stava frá 1955.

Endamálið við hesum lógaruppskotinum er at gera neyðugar tillagingar og dagføringar í lógini um Realin, soleiðis at ásetingarnar um stovnin koma at vera í betri samljóði við samtíðina, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Tryggingareftirlitið, Landsgrannskoðanin og Realurin hava sjálvi biðið um broytingar, sum lagt er upp fyri í lógaruppskotinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947