Ernst D. Remmel vann Stella Polaris

Ernst D. Remmel vann Stella Polaris
Trompetspælarin Ernst Dánjalsson Remmel vann ársins Stella Polaris kapping, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. 
 
03.02.2019 - 11:29

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at trompetspælarin, Ernst D. Remmel, vann árligu tónleikakappingina, Stella Polaris.

Stella Polaris er stór tónleikakapping, sum verður hildin á hvørjum árið. Annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar.

Nummar tvey gjørdist saxofonspælarin Kristina Thede Johansen, og gittarleikarin Hjalti Bogason Støylen gjøridst nummar trý. 

Í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár var tað sellospælari Vár Iversen Lindenskov, sum vann fyrstu virðislønina.

Og hjá børnum upp til 13 ár var tað violinspælarin Natali Regisdóttir í Dali, sum fekk fyrstu virðisløn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109