- Tíðindi, mentan og ítróttur
Torkil Veyhe er ársins ítróttanavn
Á tiltaki hjá ÍSF í Smæruni í Havn, bleiv súkklarin, Torkil Veyhe, kunngjørdur sum ársins ítróttanavn í 2018.
Grundgevingarnar fyri at innstilla Torkil til heiðurin vóru fleiri.
- Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapingin Tour de Normandie endaði í Caen.
- Í juni fekk hann kanska sítt besta úrslit, tá hann gjørdist næstur um málstrikuna í fyrstu etapu av Ronde de l´Oise.
- Í 2018 skrivaði Torkil undir sáttmála við PRO kontinentalliðið Riwal-CeramicSpeed.
Flogbørn og Peter Hentze Niclasen eisini heiðrað
Umframt at velja ársins ítróttanavn vóru ársins ítróttaátak og heiðursskjal Poul E. Petersen's handað.
Ársins ítróttaátak er Flogbørn. Tað eru Anne Frederiksen og Peter Morell sum vegna Flogbóltssambandið hava lært skúlabørn at spæla flogbólt.
Heiðursskjal Poul E. Petersen's fekk Peter Hentze Niclasen fyri í meira enn 30 ár at hava arbeitt óløntur fyri føroyskt borðtennis.