Kavin ávirkar ferðsluna

Kavin ávirkar ferðsluna
Nógvi kavin, sum er niðurkomin ávirkar eisini ferðsluna. Koyrandi er ikki til Gjáar og Kirkjubø. Strandferðslan hevur eisini avlýst bussar.
 
30.01.2019 - 06:47

Nógvi kavin, ið er niðurkomin í nátt ávirkar eisini ferðsluna.

Landsverk sigur, at koyrandi er ikki til Gjáar, Kirkjubøar og Syðradals á Streymoynni. Heldur ikki er koyrandi á Oyggjarvegnum. Nógva staðni eru vegirnir heldur ikki grivnir í fullari breidd.

Kavin ávirkar eisini koyringina hjá Bygdaleiðum. Fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum við Skálafjørðin eru avlýstar. Eisini eru aðrar leiðir avlýstar. Meira sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni um bygdarleiðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151