- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland í móti fundi í ST-trygdarráðnum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/juan.png?itok=1Jbydjzm)
Russland leggur USA undir at fyrireika statskvett í Venesuela.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, leggur hinvegin Russland og Kina undir at royna at stuðla stýrinum hjá Nicolas Maduro, forseta, fyri á tann hátt at verja sínar egnu vánaligu miljardaíløgur í landinum.
USA, Frakland, týskland, Spania og Bretland stuðla sjálvtilnevnda forsetanum, Juan Guaidos.
Russland royndi at forða fyri fundinum í ST trýgdarráðnum um Venesuela, men fekk ikki nóg nógvar atkvøður fyri uppskotinum. Níggju at teimum 15 limalondunum í ráðnum atkvøddu fyri fundinum.
Russland leggur USA undir at fyriskipa statskvett í Venesuela. Russiski ST-sendiharrin, Vasili Nebensja, sigur, at USA vil hava trygdaráðið við í eirindaleysa spælið, hvør mál er at gera støðuna ótrygga í Venesuela.
- Hetta er hóttan móti friðinum, tá USA og sameind uttan fyrilit og áræsin royna at fáa ein lógliga valdan forseta frá, segði Nebensja.
Forsetin í Venesuela, Maduro, hevur eisini sjálvur fleiri ferðir skuldsett USA fyri at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Venesuela.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur heitt á onnur lond um at stuðla Juan Guaido, slíta síni sambond millum fíggjargeiran og stýrið hjá Maduro forseta. Tað er enn ógreitt, hvørja støðu ES hevur.
Hægsta uttanríkispolitiska umboðið í ES, Federica Mogherini, heitt í gjár á Venesuela um at skipa fræls, gjøgnumskyd og álítandi val, og at ES fer at seta tiltøk í verk, um ikki val verður útskrivað ein av næstu døgunum.