Onki mvg á ljóðbókum

Onki mvg á ljóðbókum
Ljóðbøkur skulu sleppa undan at rinda mvg. Uppskotið er sent til hoyringar.
 
26.01.2019 - 09:26

Ljóðbøkur skulu sleppa undan mvg á saman hátt, sum aðrar bøkur.

Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot til hoyringar um at strika mvg á ljóðbøkum.

Verður uppskotið samtykt, tá tað er lagt fyri løgtingið, verða ljóðbøkur sostatt mvg-fríar eins og aðrar bøkur.

Hetta fer at kosta landinum eina lítla upphædd í mvg-inntøkum. Roknað verður tó ikki við meira enn
nøkrum fáum túsund krónum árliga, sigur Fíggjarmálaráðið í viðmerkingum til uppskotið.

Hoyringarfreistin til uppskotið er 18. februar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151