- Tíðindi, mentan og ítróttur
Odmar Færø skal spæla í Noregi
Tað hevur leingi verið greitt, at Odmar Færø ikki fór at spæla í føroysku kappingini í 2019.
Nú hevur 29 ára gamli verjuspælarin undirskrivað sáttmála við norska felagið, HamKam. Fulla navnið hjá felagnum er Hamarkameratene.
Sáttmálin millum Odmar Færø og HamKam er galdandi í eitt ár.
Síðst Hamkam var í bestu norsku kappingini, Tippeligaen, var í 2008.
Í fjør var felagið bara eitt stig frá at sleppa í síðsta umfarið, har spælt verður um uppflyting í bestu deildina.
Norska kappingin byrjar 30.mars. Fyrsti dystur hjá HamKam verður á útivølli ímóti Skeid.
Góðar umstøður
Odmar Færø sigur við heimasíðuna hjá HamKam, at tá hann sá góðu umstøðurnar hjá felagnum og høga stigi á fótbóltsspælinum, visti hann alt fyri eitt, at hann ynskti at gerast partur av felagnum.
Miðverjin sigur eisini, at hann vónar, at hetta fer at hava við sær, at hann fer at mennast sum spælari, og tí eisini spæla væl fyri føroyska landsliðið.
Samrøða við venjaran hjá felagnum og Odmar Færø kann síggjast her
Odmar Færø er uppvaksin í B36 og hevur umboðað felagið í 204 dystum í bestu deildini.
Umframt B36 hevur hann eisini verið knýttur at Banks O'Dee, Forfar Athletic, Keith og Brøndby.
Odmar Færø hevur spælt 24 A-landsdystir fyri Føroyar.