- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparvøksturin í Kina søguliga lágur
Tað var serliga í seinasta fjórðingsárinum, at búskaparvøksturin í Kina vøksturin minkaði niður í 6,4 prosent, skrivar tíðindastovan Associated Press.
Orsøkin til minkingina er, at landið og fyritøkurnar hava verri við at rinda stóru skuldina sum er, samstundis sum handilskríggj eisii er við USA.
Myndugleikarnir hava gjørt fleiri tiltøk fyri at bøta um støðuna. Millum annað hava bankarnir fingið forboð fyri at lána so nógv út, fyri at minka um skuldina.
Innflutningstollur ein av orsøkunum
Tollurin, sum USA hevur lagt á kinesiskar vørur, er eisini ein orsøk til minkandi vøksturin, og er nú við at merkjast av álvara.
Samstundis minka íløgurnar og fólk keypa minni enn tey hava gjørt. Eygleiðarar siga seg rokna við, at myndugleikarnir fara at royna at bøta um gongdina.
Men tað eru eisini fleiri sum halda, at tað stendur verri til í Kina, enn myndugleikarnir siga. Kina hevur staðið fyri einum triðingi av heimsins búskaparvøkstri seinastu 10 árini.