- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spreinging í Meksiko kravt 21 mannalív
Ein spreinging í einari oljurørleiðing í meksikanska býnum Tlahuelilpan seint í gjárkvøldið hevur kravt í øllum 21 mannalív. Harumframt eru fleiri enn 70 fólk álvarsliga særd av brestinum. Tað skrivar altjóða miðlar.
Sambært meksikanskum myndugleikum vóru tað oljutjóvar, sum settu hola á oljurørleiðingina, og hetta er eftir øllum at døma orsøkin til spreinginina.
Myndir frá staðnum vísa, at fólk samlaðust við rørleiðingina fyri at fylla íløt við olju, sum rann frá rørleiðingini. Stutt eftir kom eldur í rørleiðingina, og fleiri av fólkunum vórðu álvarsliga brend.
Oljustuldur er eitt alsamt vaksandi fyribrigdi í Meksiko, og tað kostar landinum góðar 3 milliardir dollarar í mistum vinningini, skrivar BBC.com.
Sambært danska kringvarpinum varð eldurin sløktur tíðliga í morgun.