Fleiri doyggja í donsku ferðsluni

Fleiri doyggja í donsku ferðsluni
Nýggjastu tølini fyri ferðslutrygd í Danmark vísa eina heldur keðiliga gongd. Í 2018 doyðu 175 fólk í ferðsluni, í mun til 2012, tá 167 lótu lív
 
19.01.2019 - 16:20

Alt bendir á, at tann positiva gongdin í ferðslutrygdini í Danmark er steðgað upp. 

Tey nýggjastu fyribils-tølini frá danska ferðsluráðnum vísa, at fleiri doyðu í ferðsluni í 2018, enn tað gjørdu í 2012. 

Í 2018 doyðu 175 fólk í ferðsluni, sum eisini var talið á deyðum í ferðsluni í 2017. Í 2012 var hetta talið tó 167.

Sostatt eru danskarar langt frá at røkka málinum um, at í 2020 skulu í mesta lagi vera 120 deyðsvanlukkur í ferðsluni. 

Tølini ørkymla stjóran í danska ráðnum fyri ferðslutrygd, Mogens Kjærgaard Møller, sum heldur orsøkina vera atburðin hjá bilistum.

- Tað er eingin ivi í, at størsti trupulleikin er atburðurin í ferðsluni. Nærum allar ferðsluvanlukkur komast av óskynsamum og ólógligum atburði í ferðsluni. Ov høg ferð og manglandi uppmerksemi eru størstu syndarar, og eru tað viðurskifti, sum vit sjálvi kunnu stýra, sigur hann við JyllandsPosten. 

Ein orsøk til manglandi uppmerksemi í ferðsluni er millum annað fartelefonin. Hóast tað er ólógligt at brúka telefonina, tá tú koyrir bil, forðar tað tíverri ikki fyri telefonnýtslu í ferðsluni. 

Tí hevur danska ráðið fyri ferðslutrygd sett eitt átak í verk, ið sambært stjóranum, skal vera við til at seta sjóneykuna á rættan og sømiligan atburð í ferðsluni.

- Vit skulu skapa ein trend, har dentur verður lagdur á atburðin í ferðsluni. Við bólkatrýsti vilja vit gera tað soleiðis, at tað ikki kann góðtakast at brúka fartelefonina í ferðsluni, sigur hann. 

Danmark hevur leingi ligið millum fimm bestu londini, tá tað snýr seg um ferðslutrygd í Evropa. Men við teimum nýggjastu tølunum er tað møguligt, at Danmark dettur nøkur pláss niður, sigur Mogens Kjærgaard Møller.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151