- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarkreppan er av: Løfven er forsætisráðharri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stefan_lofven_1.jpg?itok=JQ5uxBZY)
Longsta stjórnarkreppan í Svøríki er av.
131 dagar eftir ríkisdagsvalið 9. september hevur Svøríki fingið nýggja stjórn.
Ríkisdagurin hevur valt Stefan Løfven til forsætisráðharra, og hann fer at standa á odda fyri eini minnilutastjórn millum Javnaðarflokkin og Umhvørvisflokkurin.
Stjórnin fær stuðul frá Miðflokkinum og Liberala flokkinum.
Tá atkvøtt varð í ríkisdegnum í morgun, fekk Løfven 115 atkvøður, 153 vóru ímóti, og 77 atkvøddu blankt.
Til tess at fella eitt uppskot um forsætisráðharra, skulu 175 atvøður vera ímóti. Tí kann Stefan Løfven halda fram sum forsætisráðharri.
Hann fer at kunngera ráðharralistan mánadagin.
Forkvinnan í Miðflokkinum, Annie Løøf, hevur fleiri ferðir lagt dent á, at høvuðsorsøkin til, at flokkurin hevur gjørt avtalu við Stefan Løfven er at halda Svøríkisdemokatarnar og Vinstraflokkin uttan fyri politiska ávirkan.