- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið í Grønlandi minkar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/narsaq.jpg?itok=FZsNuOgw)
Fólkatalið í Grønlandi minkar, og verður gongdin óbroytt, fara 1500 færri fólk at búgva í Grønlandi í 2028, sigur grønlendska hagstovan.
Í løtuni búgva 55.900 fólk í Grønlandi.
Birger Poppel, samfelagsgranskari, sigur við Sermitsiaq, at støðan er álvarslig.
Fólkatalið hevur stóran týdning fyri eina sjálvstøðuga tjóð. Tess størri, fólkatalið er, tess fleiri vinnuførar hendar, og tess meira kann landið fáa í skatti, sigur hann við Sermitsiaq.
Framskrivingar hjá grønlendsku hagstovuni vísa, at um 30 ár verða 7.800 færri fólk í Grønlandi.
Í løtuni eru umleið 31.600 fólk í vinnuførum aldri í Grønlandi. 4.600 fólk eru eldri enn 65 ár.
Um 10 ár verða umleið 29.500 fólk í vinnuførum aldri, og umleið 7.000 fólk verða eldri enn 65 ár, vísa tølini hjá grønlendsku hagstovuni.