- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norska løgreglan samstarvar við FBI
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/anne_elisabeth_0.jpg?itok=g_Qbn12g)
Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur hjálpt norsku løgregluni í málinum um norsku kvinnuna, Onnu-Elisabeth Falkevig Hagen, sum hvarv úr heimi sínum í Lørenskog uttan fyri Oslo 31. oktober.
Tað váttar norska løgreglan fyri NRK.
Løgreglan vil kortini ikki siga, hvat samstarvað verður við FBI um.
Europol og Interpol hava eisini hjálpt norsku løgregluni at kanna málið.
Einki lívstekin hevur verið frá Onnu Eliabeth Falkevig Hagen, síðani hon hvarv.
Hildið verður, at hon er rænd, tí rænararnir hava kravt 67 milliónir krónur í loysigjaldi.
Síðani løgreglan almannakunngjørdi, at Anne-Elisabeth Falkevig Hagen er horvin, hava fleiri enn 930 fólk vent sær til løgregluna við upplýsingum.