- Tíðindi, mentan og ítróttur
Familjan er til reiðar at finna eina loysn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/anne_elisabeth_0.jpg?itok=g_Qbn12g)
Familjan hjá norsku kvinnuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum varð rænd 31. oktober í fjør, biður nú rænararnar um at seta seg í samband við familjuna.
- Familjan vil hava Onnu-Elisabeth heimaftur í øllum góðum so skjótt sum til ber, sigur Svein Holden, sum er advokatur hjá familjuni, við norska TV2.
- Fáa tey váttan um, at alt veit væl við hjá henni, er familjan til reiðar at finna eina loysn, so hon kann verða latin leys, sigur Svein Holden.
68 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen varð rænd í heimi sínum í Lørenskog uttan fyri Oslo 31. oktober í fjør, og síðani hevur einki lívstekin verið frá henni.
Í einum skrivi, sum rænararnir lótu eftir seg, kravdu teir loysigjald, og teir hóttu við at drepa kvinnuna, um løgreglan kom upp í málið.
Síðani hevur lítið samband verið við gerningsmenninar, tí teir eru farnir at brúka ein talgildan samskiftispall, sum er illa egnaður at samskifta á, sigur løgreglan.
Svein Holden hevur vegna familjuna heitt á gerningsmenninar um at brúka onkran annan hátt at samskifta.
Anne-Elisabeth Hagen er gift við ríkmanninum Tom Hagen.