- Tíðindi, mentan og ítróttur
100 fleiri dagstovnapláss í Hoydølum

Í eini roynd at loysa trupulleikan viðvíkjandi manglandi dagstovnapláss, verður Hoydalar karmur um nýggjan, fyribils dagstovn, ið skal rúma um 100 børnum. Tað skrivar Tórshavnar kommuna nú á heimasíðuni.
Hóast fleiri enn 125 dagstovnapláss eru fingin til vega seinastu 18 mánaðirnar, er trupulleikin enn stórur, og tørvurin á dagstovnaplássum er ikki nøktaður.
Í løtuni eru tríggjar út- og umbyggingar av stovnum í gongd, sum verða lidnar komandi mánaðirnar. Tær eru Fríðriksgarður (Brúni skúli), Býlingshúsið Inni á Gøtu og Býlingshúsið í Maritugøtu. Samlað er talan um í alt fleiri enn 75 pláss aftrat.
Ætlanin er, at í byggitíðini verður lonin í Hoydølum skipað sum dagstovnur, har umleið 100 børn kunnu vera. Men Tórshavnar kommuna metir ikki, at hetta er nóg nógv.
Kommunan arbeiðir tí við ítøkiligum ætlanum um at byggja tveir stovnar aftrat út í ár, so at út ímóti 100 nýggj pláss verða fingin til vega.
Væntandi verður endalig støða tikin til útbygging av Býlingshúsinum Vesturi á Flat í næstum. Í uppskoti er at byggja fýra nýggjar stovur.
So skjótt býráðið hevur samtykt byggiætlanina, verða hesi plássini Vesturi á Flat bjóðað út í BARN, tó so, at børnini byrja í Hoydølum saman við starvsfólki á stovninum. Útbyggingin Vesturi á Flat tekur væntandi umleið 1 ár, og tá flyta børnini niðan á stovnin.
Sambært Tórshavnar kommunu er lonin í Hoydølum sera væl egnað sum dagstovnur við góðum og rúmligum hølum, meðan uttanduraumhvørvið bæði er vakurt og hugnaligt. Ætlanin er eisini at seta upp spælipláss.
Í løtuni ger kommunan bygningin í Hoydølum kláran, og ætlanin er, at dagstovnavirksemið fer í gongd um mánaðarskiftið.