- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur rok á Flemish Cap í ár
Aftur rok á Flemish Cap í ár
Føroysku frystilínuskipini hava rokfiskiskap á Flemish Cap. Tey fáa úr 25 tonsum upp í 30 tons um dagin.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/klakkur1.jpg?itok=kTiivLk-)
Klakkur hevur fiskað í fýra dagar á Flemish Cap og hevur 120 tons, upplýsir Vørn.
14.01.2019 - 12:11
Føroysku frystilínuskipini hava rokfiskiskap á Flemish Cap.
Toskafiskiskapurin er sum í fjør sera góður.
Skipini fóru at fiska 10. januar, og tey fáa úr 25 tonsum upp í 30 tons um dagin.
Fýra føroysk skip eru á Flemish Cap: Klakkur, Kambur, Stapin og Eivind. Ågot fer yvir seinni.
Føroyska toskakvotan á Flemish Kap er 3.911 tons í ár.
2.635 tons eru felagskvota, og 1.276 tons skulu seljast á uppboði.
Kunngerðin um uppboðssøluna er á veg, sigur Fiskimálaráðið.
Føroyar eiga eisini 211 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Cap.
Tey tonsini sleppur trolarin Ran at fiska. Hann fór í gjárkvøldið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV