- Tíðindi, mentan og ítróttur
266b - ja ella nei?
Sjúrður Skaale heldur, at tíðin er farin frá lógini.
- Endamálið við lógini var eitt rúmligari samfelag. Tað hava vit fingið. Endamálið er tí rokkið og í dag, útvið 20 ár seinni, er lógin meira til skaða enn gagn.
Sigmundur Mørkøre er partur av minnilutabólki, og hevur upplivað haturstalu. Hann er ikki samdur við Sjúrði Skaale.
- Tað er framvegis tørvur á lógini, tí minnilutar eru framvegis fyri haturstalu.
Møguliga er ein partur av samfelagnum vorðin rúmligari, men víðgongdi høgravongurin veksur og tí hava minnilutar helst framvegis tørv á verju í lóg.
Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu,
húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.