- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógvuslig spreinging kostað trý mannalív
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/paris-logmalaradid-30032016-ap.jpg?itok=vanS91p7)
Tíggju teirra eru álvarsliga særd, eru boðini frá franska innanríkisráðharranum. Hann sigur somuleiðis, at tvey av teimum deyðu fólkunum eru sløkkiliðsfólk.
Sambært spanska uttanríkisráðnum er triðja fólki ein sponsk kvinna, sum ferðaðist í Frankaríki.
Spreingingin hendi á einum bakaríi ella skamt har frá. Sambært fronsku myndugleikunum vóru sløkkiliðsfólk til staðar og kannaðu ein gassleka, tá spreingin var.
Myndugleikanir gera somuleiðis greitt, at higartil bendir alt á, at talan var um eitt óhapp.
Innanríkisráðharrin hevur vitjað á vanlukkustaðnum. Hann sigur, at omanfyri 200 sløkkiliðsfólk hava verið partur av bjargingararbeiðinum og at tey hava tamarhald á støðuni.