Fleiri túrar út í Hest

Fleiri túrar út í Hest
Nú verður sigling úr Hesti til Gomlurætt klokkan sjey um morgunin mánadag til fríggjadag.
 
11.01.2019 - 12:40

Komandi tíðina verður siglt fleiri túrar út í Hest. Tað verður tó ikki Teistin, sum fer at sigla fleiri túrar. 

Jósup siglir nakrar ferðir um dagin á farleiðini. Hvønn gerandismorgun klokkan sjey verður fyrsti túrur úr Hesti.

Siglt verður frá komandi mánadegi til 14. apríl.

Seinasti túrur av Gomlurætt út í Hest er kl.19.30 hvørt kvøld.

Ferðaætlanin hjá Teistanum verður tó varðveitt, sum hon er í dag

Nýggja ferðaætlanin er á heimasíðuni ssl.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151