Danske Bank saksøktur í USA

Danske Bank saksøktur í USA
Ein pensjónsgrunnur í New York hevur stevnt Danske Bank og fyrrverandi stjórum í økisdómstólinum í Manhattan
 
11.01.2019 - 10:47

Danske Bank og fýra fyrrverandi stjórar eru skuldsettir fyri at hava framt svik móti íleggjarum í sambandi við tað, sum fór fram í deildini hjá bankanum í Estlandi.

Ein pensjónsgrunnur í New York hevur stevnt Danske Bank og fyrrverandi stjórum í økisdómstólinum í Manhattan. Nevndir verða m.a. fyrrverandi stjórin, Thomas Borgen, og fyrrverandi nevndarformaðurin, Ole Andersen.

Saksøkjarin vísir á, at bankin skal hava pumpað prísin upp á egnum partabrøvum við ikki at gera nakað við hvítvaskingina í estisku deildini.

Pensjóngrunnurin søkir um at kunna føra málið sum eitt bólka-sakarmál, so at møguleiki er hjá øðrum persónum og feløgum at leggja sak í felag móti bankanum.

Myndugleikar í Danmark, Estlandi, Bretlandi og USA kanna peningastreymin, sum var gjøgnum estisku deildina.

Deildin lat, nærum uttan eftirlit, í minsta lagi 200 milliardir evrur - tað vil siga umleið 1.500 milliardir krónur, streyma gjøgnum bankan frá 2007 til 2015.

Danske Bank hevur fyrr sagt, at hann arbeiðir saman við myndugleikunum í kanningini.

Tá íleggjarar frættu um, hvussu stórt málið var, fekk tað stóra avleiðingar fyri marknaðarvirðið hjá Danske Bank úti í heimi.

Sambært stevningini fall marknaðarvirðið við meira enn 2,54 milliardum dollarum, sum svarar til umleið 16,5 milliardir danskar krónur.

Tað er pensjónsgrunnurin, Pumbers & Steamfitters Local 773 Pension Fund of Glens Falls, sum hevur stevnt bankanum.

Danske Bank segði í september, at kanningar, sum bankin sjálvur hevur gjørt, vísa m.a., at leiðslan ferð eftir ferð varð ávarað um ivasom viðskiftafólk og vantandi verju móti hvítting.

Eisini russiski miðbankin ávaraði Danske Bank um skattasvik og hvítting fyri fleiri milliardir rublar í estisku deildini, men bankin gjørdi einki.

Kanningin hevur fyribils funnið fram 6.200 ivasom viðskiftafólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981