- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 fólk handtikin í matchfixing-máli
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tennis.jpg?itok=pNDXI3Qp)
Handtøkurnar vórðu gjørdar í samstarvi millum Europol, sponsku løgregluna og hægsta rætt í Spania. Tað sigur Europol í tíðindaskrivi.
Borgaraverjan í Spania sigur, at 83 fólk eru partur av netverki, teirra millum eru 28 tennisspælarar, og hesi hava avgjørt í minsta lagi 97 dystir í tennis. Soleiðis hava tey forvunnið milliónir av krónum.
Teir 28 eru professionellir tennisspælarar, og ein teirra var við í US-Open kappingini seinast, sigur Europol.
Ólógliga veddingin fyri avtalaðar dystir hevur verið í Challenger og Future-kappingunum, sum eru á næst- og triðhægsta stigi innan tennis-ítróttin.
Svikið er skipað soleiðis, at kriminell spælinetverk hava mutrað leikarar til at fáa ávís úrslit, og netverkið hevur síðani brúkt fleiri túsund identitetir til at vedda um hesar dystir.
Brotsmannalið í Armenia stýra netverkinum, og aðrir armenar vórðu sendir til dystirnar fyri at tryggja, at mutraði tennisleikarin helt avtaluna um úrslitið.
Og tá tað var staðfest, vórðu boð givin til onnur í bólkinum um at vedda uppá tað úrslitið.
11 húsarannsóknir hava verið í Spania, og hald er m.a. lagt á 167.000 evrur í reiðum peningi, eina byrsu, kredittkort, fimm luksusbilar og nógv skjøl.
Eisini eru 42 bankakontur stongdar, skrivar Europol.