- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kim Jong-un komin til Kina
Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, og kona hansara, Ri Sol-ju, eru komin til kinesiska høvuðsstaðin, Beijing. Tey komu við toki seint í gjárkvøldið.
Við á ferðini eru eisini ókent tal av norðurkoreiskum embætisfólkum, upplýsir tíðindastovan hjá Norðurkorea, KCNA.
Kim Jong-un skal hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, og hildið verður, at eitt av evnunum á fundinum teirra millum er fundurin hjá Kim við Donald Trump. Har hava báðir partar hava sagt, at teir vilja hittast aftur, men hvørki dagur ella stað er avtalað.
Í seinastu nýggjársrøðu síni segði norðurkoreiski leiðarin, at hann er til reiðar at hitta Trump, nær tað skal verða. Hann ávaraði samstundis forsetan ímóti at halda fram við handilstiltøkum móti Norðurkorea, skrivar Reuters.
Hetta er fjórða almenna vitjanin í grannalandinum fyri norðan.
Kim Jong-un og Ri Sol-ju fara heimaftur hósdagin.