- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herða revsingina fyri ófráboðaðum mótmælisgongum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gulu_vestar.jpg?itok=8Ls0kPwm)
Frakland ætlar at herða revsingina fyri óboðaðar mótmælisgongur, sum aftursvar til mótmælini hjá Gulu vestunum, sum í summum førum eru endað við harðskapi.
Tað upplýsir franski forsætisráðharrin, Edouard Philippe.
- Vit mugu verja rættin at mótmæla í Fraklandi, og vit mugu revsa tey, sum bróta lógina, sigur hann við fronsku sjónvarpsrásin, TF1.
Fráboðanin frá forsætisráðharranum kemur eftir enn ein ófriðarligan leygardag í París, har eldur varð settur á motorsúkklur, og vegir vórðu avbyrgdir við byrgingum, sum eldur var í.
Gulu vestarnir mótmæla, at tað nú er dýrari at liva í Fraklandi og ímóti Emmanuel Macron, forseta, og tey endurspegla breiða misnøgd. Men mótmælini eru eisini harðnað.
Philippe sigur, at stjórnin tekur undir við, at lógin verður dagførd, so at tey, sum ikki fráboða mótmælisgongur, verða revsað, og at ikki verður loyvt at fjala andlitið við grímum ella øðrum.
Philippe sigur, at ófriðakropparnir hava órógvað og oyðilagt Paris og aðrar stórbýir. Tey, sum hava rænt og framt herverk í bankum, skulu sjálvi rinda fyri skaðarnar, sum tey hava gjørt.
Leygardagin byrjaðu mótmælini hjá gulu vestunum friðarliga, men sum fráleið gjørdust tey harðari, og mótmælisfólk kastaðu lutir eftir løgregluni. Eitt løgreglufólk fekk løstir, tá ein súkkla varð kastað eftir honum úr erva, skrivar Reuters.
Mótmælisfólkini nýta gula endurskin-vestin sum teirra vørumerki. Í Fraklandi er krav, at slíkur vestur skal verða í øllum fronskum bilum.