Øll søvnini í eina lóg

Øll søvnini í eina lóg
Eitt savnsráð skal setast at virka fyri menning á savnsøkinum. Tað kostar eina millión um árið
Listasavnið er eitt savnið í nýggju lógini.
 
07.01.2019 - 12:51

Mentamálaráðið hevur savnað øll søvnini hjá landinum í eina lóg, sum er send til hoyringar.

Eitt savnsráð skal setast at virka fyri menning á savnsøkinum.

Søvnini, sum landið rekur, eru Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Listasavnið. Lógirnar um tey eru gamlar og ótíðarhóskandi.

Tá Søvn landsins vórðu sett á stovn í 2011, vórðu stig tikin til at dagføra lóggávuna. 

Mett verður, at árligi fíggjartørvurin til savnsráðið verður ein milión krónur.

Lógaruppskotið umfatar ikki stuðul til bygdasøvn og onnur søvn, sum fáa stuðul frá landinum.

Freistin at lata inn hoyringarsvar er 29.januar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160