- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretar vilja hava nýggja fólkaatkvøðu
Ein meiriluti av bretum vil hava eina fólkaatkvøðu afturat um Brexit. Tað bendir ein stór veljarakanning á, sum kanningarfyritøkan YouGov hevur gjørt.
Meir enn ein millión fólk vóru spurd í kanningini, og 53 prosent søgdu seg taka undir við eini fólkaatkvøðu afturat.
Stórur munur er á veljarunum hjá teimum konservativu og teimum hjá labour. Fleiri konservativir veljarar taka undir við Brexit og vilja ikki hava nýggja fólkaatkvøðu. Hjá Labour vilja 75 prosent av veljarunum hava nýggja fólkaatkvøðu.
Theresa May, forsætisráðharri, tekur ikki undir við nýggjari fólkaatkvøðu um Brexit.
"Tað fær avleiðingar fyri bretska fólkaræðið og bretska búskapin, um ikki viljin hjá fólkinum sambært fólkaatkvøðuni í 2016, verður framdur," skrivar forsætisráðharrin sjálv í blaðnum Mail on Sunday.
Forsætisráðharrin ákærir eisini tinglimir fyri at vingla í málinum um Brexit.
"Fleiri, sum tóku undir við fólkaatkvøðuni í 2016, og sum atkvøddu fyri at seta í verk grein 50 um at fara úr ES, ætla nú at steðga Brexit við eini nýggjari fólkaatkvøðu. Onnur vilja so fegin hava eina lýtaleysa avtalu við ES, at tey vilja offra eina góða avtalu fyri eina, sum ikki er realistisk, skrivar hon."
Bretska undirhúsið skal atkvøða um eina avtalu, sum Theresa May hevur gjørt við ES um Brexit, tann 15. januar.
Bretland fer úr evropasamveldinum 29. mars í ár, uttan mun til, um nøkur avtala er við ES frammanundan.
Ein atkvøða skuldi vera í undirhúsinum í desember, men hon var útsett, tí Theresa May helt ikki, at avtalan fór at vera samtykt.