ES yvirtekur italskan banka

ES yvirtekur italskan banka
Europeiski miðbankin hevur tikið ræðið á neyðstadda italska bankanum, Banka Carige.
Miðbankin tekur yvir italskan banka
 
06.01.2019 - 11:37

Tað hendi í einum óvanligum stigi, fyri at tryggja búskaparligu skipanina í Europa.

Tað skrivar New York Times.

Fólkini frá europeiska miðbankanum skulu tryggja at bankin virkar sum hann skal, og europeiski miðbankin skal fáa upplýsingar um støðuna í bankanum.

Europeiski miðbankin tók avgerðina um at leggja uppí, og at seta eina seksmannanevnd at stjórna bankanum, eftir at stýrið í bankanum legði frá sær, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa fleiri pengar til vega.

Hetta er fyrstu ferð at miðbankin tekur ræðið í einum banka, eftir at reglurnar vórðu broyttar í 2014, so tað gjørdist ein møguleiki.

Banka Carige er tíggindistørsti bankin í Italia, men verður mettur so mikið týdningarmikil fyri bankakervið, at hann má virka til fulnar.

Reuters skrivar, at Bank Carige hevur mist 12,7 milliardir kr síðani í 2014, serliga av vánaligum útlánum, sum leiðslan hevur ábyrgdina av.

Í 2016 noyddist italska stjórnin at bjarga einum øðrum banka, og tað er ikki óvist at tað eisini verður neyðugt at gera við hendan bankan, um tað ikki eydnast at fáa nóg mikið av peningi til vega, stendur í boðunum frá europeiska miðbankanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342