Danir ætla ikki úr ES

Danir ætla ikki úr ES
Tað verður ikki í bræði at danir fara at gera sum bretar, at fara úr ES.
Danir vilja ikki slíta sambandið við ES, vísir veljarakanning
 
06.01.2019 - 11:21

Í mai verður val til europatingið, og millum danska fólkið er støðan greið, vísir ein meiningakanning.

62 prosent av teimum spurdu vilja ikki broyta viðurskiftini, meðan 26 prosent vilja hava eina fólkaatkvøðu um danska limaskapin í ES.

Og um ein fólkaatkvøða hevði verið hildin, so høvdu 62 prosent atkvøtt fyri at verða verandi í ES, og 22 prosent fyri ar fara úr samveldinum.

So stór undirtøka hevur ongantíð verið í Danmark, fyri at verða verandi í ES, sigur professarin og valgranskarin, Kasper Møller.

Støðan hevur verið, at tað hevur mestsum staðið á jøvnum millum danir, fyri ella ímóti ES.

Undan bretsku fólkaatkvøðuni um brexit í 2016, svaraði næstan triðihvør dani, at Danmark átti at gjørt tað sama, meðan næstan helvtin vildi verða verandi í ES - hini høvdu onga støðu.

Kasper Møller heldur orsøkina til donsku gongdina vera, at danir hava skilt, at tað er lættari sagt enn gjørt at fara úr ES.

Og hann hevur eisini bitið merki í, atstóru ES flokkartnir, Vinstri og Javnaðarflokkurin fáa næstan 100 prosent undirtøku í málinum frá sínum veljarum.

Samstundis er undirtøkan fyri at fara úr ES, minkað í hinum flokkunum, Danska Fólkaflokkinum og Eindarlistanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342