- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tokvanlukka kravt seks mannalív
Tokvanlukka kravt seks mannalív
Ein tokvanlukka á Stórabeltsbrúnni hevur kravt seks mannalív. Vanlukkan hendi klokkan hálgvum átta í morgun danska tíð.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tok_dr.png?itok=GGB9t4FR)
Mynd: DR.dk
02.01.2019 - 09:27
Seks fólk lótu lív, tá partar av tekjuni á einum farmatoki fuku á eitt ferðafólkatok á brúnni um Stórabelt í Danmark tíðliga í morgun, upplýsir DSB.
Fyrstu tíðindini vildu vera við, at átta fólk høvdu fingið skaða, tá tokið bremsaði.
131 fólk vóru í ferðafólkatokinum.
Vanlukkan hendi um hálvgum seks tíðina, okkara tíð, tá snartokið var á veg um Stórabeltsbrúnna.
Ein kreppumiðstøð er skipað í Nyborg.
Brúgvin um Stórabelt er framvegis stongd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV