Føroyar lata 600.000 kr. í neyðhjálp til Indonesia

Føroyar lata 600.000 kr. í neyðhjálp til Indonesia
Pengarnir verða latnir Reyða krossi, sum skipar neyðhjálpararbeiðið í vanlukkurakta økinum 
Ein flóðalda beindi fyri stívliga 400 fólkum í Indonesia.
 
31.12.2018 - 09:50

Føroyar lata 600.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Indonesia, eftir at ein flóðalda rakti Sundasundið beint fyri jól, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið,.

Pengarnir verða latnir Reyða krossi, sum skipar neyðhjálpararbeiðið í vanlukkurakta økinum. 

Tilbúgvingarætlanin hjá Reyða krossi hevur sum endamál at røkka 7.000 fólkum.

Hon umfatar millum annað 22 eindir við sjúkrabilum og manning, sum hjálpa við heilsu- og tilvísingartænastum. 

Tænastudeildir meta um tørvin á neyðhjálp, 14 lastbilar koyra við vatni, teppi, vatn og reinførisútgerð verða borin teimum neyðstøddu.

Ein neyðhjálpargrunnar verður stovnaður at hjálpa teimum harðast raktu økjunum, ortopediskir serlæknar eru á staðnum, fimm heilsustovur, sum kunnu flytast, og tvær tyrlur til leiting og bjargingarvirksemi eru í tilbúgvingarætlanini hjá Reyða krossi.

Flóðaldan í Indonesia kostaði yvir 400 fólkum lívið, 1.500 fingu skaða, og okkurt um 5.600 fólk eru flutt til tryggari øki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947