- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fáa fast uppihaldsloyvi í Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/inger_stojberg.jpg?itok=ws5hM3nK)
Fleiri útlendingar hava í ár fingið fast uppihaldsloyvi í Danmark enn árini frammanundan, skrivar Berlingske.
Tað eru serliga útlendingar úr Turkalandi, Afganistan og Irak, sum í størri tali enn áður hava fingið loyvi at verða verandi í Danmark, vísa tøl frá danska Útlendinga- og integratíónsmálaráðnum.
Í fjør fingu 2.200 persónar fast uppihaldsloyvi, og í ár er talið vaksið við góðum 300 til meira enn 2.500. Talið í ár er tó minni enn tað var í 2013, verður sagt.
At fleiri hava fingið fast uppihaldsloyvi í ár enn í fjør kemst av, at flóttafólk, ið hava biðið um friðskjól, hava fingið loyvi at búseta seg í Danmark.
Í øðrum førum er talan um, at familjur eru sameindar.
Færri útlendingar, sum eru komnir at lesa
og arbeiða, fáa fast uppihaldsloyvi
Annars fáa færri útlendingar fast uppihaldsloyvi, tá talan er um fólk, sum koma til Danmarkar at arbeiða ella at lesa.
Inger Støjberg, útlendinga- og integratiónsmálaráðharri, sigur í eini viðmerking við Berlingske, at hon IKKI stúrir fyri hesum, at fleiri persónar í ár enn í fjør hava fingið fast uppihaldsloyvi.
Talið er framvegis lágt, og krøvini eru herd fleiri ferðir, so tað er IKKI lætt at fáa fast uppihaldsloyvi, sigur Inger Støjberg.
Tað kann taka millum fýra og átta ár at fáa fast uppihaldsloyvi Danmark, alt eftir nær ymisk krøv verða lokin.