Kristin Michelsen má velja

Kristin Michelsen má velja
Ein meiriluti í Tvøroyrar býráði hevur í dag samtykt, at Kristin Michelsen má velja millum borgarstjóra- og løgtingssessin.
 
29.12.2018 - 14:31

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sleppur ikki longur at vera borgarsjóri og løgtinsmaður samstundis. 

Sambært in.fo, so vóru tað tað Bjarni Hammer, Bogi Johannesen, Súsanna Bertholdsen og Kristina Roest vóru fyri, at Kristin Michelsen má velja millum borgarstjórasessin og løgtingssessin. Anita Vibergsdóttir Mortensen og Alvi Mortensen atkvøddu hinvegin ímóti at taka annan sessin frá borgarstjóranum. , at tað er gott fyri Suðuroynna at hava umboð á tingi og serliga í løgtingsins fíggjarnevnd, har Kristin Michelsen situr í dag.

Kristin Michelsen, sum hevur verið í feriu síðani 5. desember,  var ikki sjálvur á býráðsfundinum í dag. Men á fundinum í dag varð boðað frá, at hann tekur við sum borgarstjóri á Tvøroyri aftur 1. januar. Tað merkir so, at antin tekur Hildbert Elisson sæti fyri Kristin Michelsen á løgtingin, ella stendur sessurin tómur, sum Kristin Michelsen eisini hevur hótt við áður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878