Nýggjársgáva frá Putin: Eitt supersoniskt missil

Nýggjársgáva frá Putin: Eitt supersoniskt missil
Russiska verjumálaráðið royndarskjeyt í vikuni eina nýggja hypersoniska kjarnorkurakett hjá russiska herinum.
 
28.12.2018 - 10:15

Ein "undurfull og fullkomin nýggjársgáva til landið".

Hetta sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, eftir at Verjumálaráðið í gjár hevði royndarskotið eina nýggja hyper-soniska kjarnorkurakett hjá russiska herinum.

Verjumálaráðið vil vera við, at hetta nýggja strategiska vápnið ikki kann steðgast av nakrari tøkni, sum vit kenna í dag, og at rakettin kann senda kjarnorkuløðingar móti fíggindanum 20 ferðir skjótari enn ljóðið. Tað er meira enn 6000 kilometrar um tíman. 

Enn eru ikki óheft prógv fyri, at nýggja vápnið veruliga er liðugt ment, siga fleiri hernaðarligar keldur við altjóða miðlar. Men Vladimir Putin, forseti sigur, sambært Moscow Times, at Russland er tilreiðar at seta rakettirnar upp longu næsta ár.

- Frá 2019 fær russiski herurin nýggju inter-kontinentalu strategisku skipanina, Avangard. Hetta er ein stór søgulig løta hjá okkara heri og okkara landi. Russland hevur fingið eitt nýtt slag av stategiskum vápni, sigur Vladimir Putin sambært Moscow Times.

Amerikanska blaðið Washington Post skrivar, at onnur lond enn Russland royna at menna hypersoniskar rakettir, og at USA eisini hevur fleiri royndarverkætlanirnar í gongd, men at USA ikki er komið so langt enn.

Royndarskjótingin í Russlandi kemur beint sum Russland og USA keglast um sokallaðu INF-avtaluna frá 1987, sum USA hevur hótt at taka seg úr.

Hon er onnur av bara tveimum avtalum, sum avmarka kjarnorkuvápnagoymslurnar hjá kjarnorku-londum, og hon spældi ein leiklut, tá endi skuldi fáast á kalda krígnum.

USA heldur, at Russland hevur brotið avtaluna, sum setir bann fyri kjarnorkurakettum, sum røkka millum 500 og 5.500 kilometrar. Amerikanska stjórnin gav fyrst í desember Russlandi 60 daga freist at halda avtaluna, annars fer USA úr henni.

Hin kjarnorkuavtalan millum USA og Russland kallast New Start og avmarkar, hvussu nógvar kjarnorkuløðingar londini kunnu ráða yvir.

Tann avtalan fer úr gildi í 2021, um hon ikki verður endurnýggjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342