- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldri norðmenn læna upp á frívirðið
Alsamt fleiri eldri norðmenn taka rentu- og avdráttarfrí lán við trygd í frívirðinum í egnum bústaði.
Norska kringvarpið skrivar, at talið av lænarum yvir 67 ár er vaksið við heili 90 prosentum síðani 2008.
Vøksturin stendst av sonevndum senior-lánum, sum fólk kunnu fáa, tá tey eru blivin 60. Talan er um lán, har tey eldru einki skulu rinda í rentu ella avdrátti so leingi tey liva. Bankin fær allar pengarnar, tá kundin doyr, og bústaðurin verður seldur.
- Eg tók fýra og eina hálva millión krónur út, sigur 78-ára gamli Ove Methlie við NRK. Hansara bústaður í Bergen er virðismettur til 12 milliónir norskar krónur.
Stig Tore Laugen, samskiftisstjóri í BN Bank sigur við NRK, at vøksturin í seniorlánunum er 14 prosent bara í ár.